Fiskiveiðiavtalan við Ísland er framlongd

Føroyar og Ísland hava framlongt verandi fiskiveiðiavtalu millum londini Vanliga er fundur millum føroysku og íslendsku fiskimálaráðharrarnar fyrst í januar, men hesar samráðingar vórðu útsettar vegna løgtingsvalið, sum verður 19. januar. Tí er verandi avtala framlongd, og hetta merkir, at føroysk línuskip beinanvegin kunnu fara at veiða botnfisk í íslendskum sjógvi í somu nøgdum sum í 2007. Eisini er avtalan um uppsjóvarfisk framlongd, og føroysk og íslendsk skip kunnu veiða svartkjaft og norðhavssild í økjunum hjá hvørjum øðrum.

Partarnir eru samdir um, at Føroyar og Ísland kunnu avtala samráðingar áðrenn 1. apríl 2008.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast um, at tað hevur borið til at leingja verandi fiskiveiðiavtalu við Ísland og serliga, at føroysk línuskip longu nú kunnu fara til fiskiskap í íslendskum sjógvi.