Fiskiskipaflotin liggur

Um jólini liggja vanliga øll ísfiskaskip, sum fiska undir Føroyum. Nakrir ísfiskatrolarar plaga tó at loysa beint eftir jól og gera ein lutfalsliga stuttan túr. Tað eru eisini skip, sum hava gjørt góðar túrar og hava havt góðar sølur rundan um ársskiftið.

Í seinastu metingunum hjá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at øll línuskipini liggja. Tað gera ísfiskatrolararnir og trolbátarnir eisini. Óhugsandi er tó ikki, at onkrir ísfiskatrolarar loysa beint eftir jól.

Garnaskipini, sum royna eftir havtasku, eru í eini serstøðu, tí gørnini kunnu standa, meðan skipini eru inni um jólini. Standa gørnini, noyðast skip og manning útaftur at draga, so gørnini ikki standa ov leingi.

Meginparturin av fiskiskipaflotanum liggur og eitt nú í Vestmanna, har Birgir W. Høgnesen hevur tikið hesar myndirnar, liggja eisini nøkur skip, sum enn ikki eru farin útaftur.