Nú stórur partur av fiskiflotanum liggur vegna høgar oljuprísir, hava vágbingar, saman við útlendingum, stovnað felagið Orka Offshore, sum hevur til endamáls at bjóða føroysk skip sum vaktarskip í oljuvinnuni. Í farnu viku segði John Henrik Holm, stjóri í Orka Offshore, við Vinnuvitan, at møguleiki verður hjá føroyskum skipaeigarum at leiga skip við ella uttan manning út gjøgnum Orka Offshore.
Bæði Nesborg og Sunbeam eru farin til Danmarkar at gerast klár til oljuvinnuna, nú tey skulu virka sum vaktarskip, skrivar portalurin hjá Suðurrás.