Miðalaldurin hjá føroyska fiskiskipaflotanum er 29 ár.
Tað eru garnaskipini, sum eru tey elstu við 48 árum í miðal, og línuflotin hevur tey næst elstu skipini - við einum miðalaldri á heili 42 ár.
Tað vísir greiningin, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt.
Tey nýggjastu skipini eru at finna í uppsjóvarflotanum, og her er miðalaldurin 15 ár, tá bæði nótaskip og ídnaðarskip eru tald við.
Av nýggjaru skipunum annars eru partrolararnir (22 ár) og rækjuskipini, sum bara eru tvey í tali, eru 25 ár í miðal.
Lemmatrolarar og verksmiðjuskip eru í miðal 24 ára gomul.
Roknað yvir allan fiskiskipaflotan eru føroysku fiskiskipini 29 ára gomul í miðal.
Leggjast kann aftrat, at garnaskipini við sínum 48 árum í miðal bert eru fýra í tali, harav nøkur bara eru í vinnu ein part av árinum.










