Tilmælið
ICES hevur nú almannakunngjørt nýggjastu metingar sínar av stovnunum undir Føroyum. Samstundis hevur felagsskapurin gjørt síni tilmæli um fiskiskapin tey næstu árini.
Aftur í ár ávarar ICES um gongdina, tí mett verður at veiðitrýstið er alt ov stórt. Samstundis mælir felagsskapurin til stórar skerjingar í fiskiskapinum eftir okkara høvuðsfiskasløgum.
Vit taka høvuðstáttin til tilmælinum:
Toskur á Landgrunninum:
Stovnurin hevur verið væl fyri í fleiri ár, men er minkaður skjótt seinastu árini.
Stovnurin er í ár mettur at vera so lítil, at vandi er fyri, at hann ikki klárar at framleiða góða tilgongd. Veiðutrýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt.
Við tí veiðutrýsti, sum nú er, vil stovnurin næstu 2 árini koma niður á eitt støði sum er nær tí lægsta, vit vita um. Skal stovnurin koma fyri seg aftur upp á eitt ár, má øll beinleiðis toskaveiða halda uppat. Um hetta ikki kann verða gjørt eftir einum ári, eigur ein ætlan at gerast, har veiðitrýstið beinanvegin verður minkað eini 50% og síðani hildið har.
Toskur á Føroyabanka
Stovnstøddin óviss og tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina. men yvirlitstrolingar benda á, at stovnurin hevur verið í minking síðani 2002 og tískil er metingin, at veiðutrýstið hesi árini hevur verið ov stórt. Fyri at stovnurin kann verða troyttur burðardygt, eigur royndin at minkast niður á árliga støðið í 1996-02.
Veiðitrýstið hevur verið hóskandi í fleiri ár, men vaks í 2003 og 2004 munandi og er eftir
øllum at døma ikki burðardygt. Nýtta dagatalið á Bankanum var tvær ferðir so stórt í 2003 sum árini fyri, og hóast tað minkaði nakað aftur í 2004, er tað tó enn søguliga høgt. Stovnurin er sera viðbrekin yvir fyri ov stórari roynd, og dagatal í løtuni er helst ov stórt til at vera burðardygt.
Av tí tað er loyvt at fiska á Bankanum og á Landgrunninum á sama túri, er tað torført at fáa røtt tøl fyri veiðina fyri hvørt økið sær. Av tí at toskastovnarnir á Landgrunninum og á Føroyabanka eru ymiskir, er neyðugt, at veiðitølini ikki koma í bland, um neyvar
stovnsmetingar og tilmæli fyri teir báðar toskastovnarnar skulu gerast. Uppgerðin av
veiðitølum má tí fáast í rætt lag.
Hýsa undir Føroyum.
Stovnurin er heilt væl fyri og fult førur fyri at framleiða góða tilgongd. Men veiðitrýstið er so stórt, at stovnurin er í vanda fyri ikki at verða troyttur burðardygt. Mælt verður til, at royndin verður minkað eini 23%, so at veiðutrýstið kemur niður á eitt hóskandi støði.
Upsi undir Føroyum:
Stovnurin er í minking, og veiðitrýstið er alt ov stórt. Mælt verður til at minka royndina eini 40%. Stovnurin er í ár mettur at vera so lítil, at vandi er fyri, at hann ikki klárar at framleiða góða tilgongd. Veiðitrýstið er tí so stórt, at tað ikki er burðardygt.