Fiskiskapurin rapar niðureftir

Tað gongur illa við fiskiskapinum undir Føroyum.

 

Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð yvir fiskiskapin undir Føroyum og avreiðingarvirðið.

 

Her er uppsjóvarfiskur ikki taldur við.

 

Uppgerðin vísir, at tilsamans hava vit fiska 64.480 tons undir Føroyum, tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru 11 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 72.072 tons vórðu fiskað.

 

Tilsamans er tað, sum er fiskað tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, avreitt fyri 547,4 milliónir krónur og tað eru heili 20 prosent minni enn avreiðingarvirðið var á fiskinum, sum varð fiskaður í sama tíðarskeiði í fjør, tá var avreiðingrvirðið 688,5 milliónir. 

 

Nógv ringast stendur til í fiskiskapinum eftir vanligum botnfiski, toski, hýsu og upsa.

 

Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu vit tilsamans 40.662 tons av botnfiski. Tað eru heili 8.466 tons færri enn vit fiskaðu 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør, tá ið vit fiskaðu 49.128 tons av botnfiski.

 

Í prosentum er talan um eina minking á 17 prosent.

 

Avreiðingarvirðið er eisini rapað niðureftir. Botnfiskurin, vit fiskaðu í ár, varð avreiddur fyri 130,5 milliónir og tað eru 26 prosent minni enn avreiðingarvirðið var í fjør.