Sambært tølum hjá Hagstovuni eru bæði virði og nøgd innan fiskivinnuna minkaði munandi Tøl, sum vísa avreiðingar um avreiðigarskipanina januar til oktober, vísa eina minking bæði í nøgd og virði í mun til sama tíðarskeið 2007.
Í veruleikanum er tað hent, at virðið er minkað 214 milliónir krónur, og hetta svarar til 22 prosent.
Orsøkin til minkaði virðið er eisini, at nøgdin er minkað um 8.500 tons, ein minking á 8 prosent.
Góð 10.500 tons færri av botnfiski eru farin um avreiðingarskipanina higartil í ár. Tað er serliga nøgdin av hýsu og upsa, sum er minkað.
Í mun til sama tíðarskeið 2007, er samantalda virðið á botnfiskinum minkað við 154 milliónum krónum ella 21 prosent.
Samantalda nøgdin og virðið á flatfiski er eisini minkað. Avreiðingarvirðið á flatfiski er fallið 35 prosent. Serliga er tað nøgdin og virðið á havtasku, sum er minkað. Avreiðingarvirðið á havtasku er minkað við 48 milliónum krónum ella 53 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2007.
Kelda: www.hargstova.fo









