Fiskiskapurin minkar framvegis

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni vísa, at minking framvegis er í fiskiskapinum, tó munandi meir í veiðinøgdini enn í avreiðingarvirðinum.

Avreiðingartølini fyri januar til mai vísa annars, at toskaveiðan er kvinkað eitt vet upp. Tølini fyri 2010 var 5.069 tons, meðan toskaveiðan januar til mai í ár er 5.385, og tað er 315 tons ella seks prosent meira.

Hingevin minkaði veiðan eftir upsa, hýsu og øðrum botnfiski 35% í meðal.

Veiðan eftir flatfiski minkaði eisini, men ikki so nógv, bert 3%. Samlaða veiðan var tó samanlagt 28% minni fyrstu fimm mánaðarnar í ár sammett við somu tíð í fjør.

Avreiðingarvirði er tó langt frá minkað eins nógv og veiðimongdin. Meðan botnfiskaveiðan minkaði tilsamans 30%, minkaði veiðivirðið »bert« 12%.

Flatfiskaveiðan minkaði 3%, meðan veiðivirðið vaks 3%.

Samanlagt minkaði veiðan 28%, meðan avreiðingarvirði minkaði 12%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.