Fiskiskapurin minkaður 26 prosent

Higartil í ár hevur tað hilnast illa við fiskiskapurin hjá føroyska fiskiflotanum, altso tí partinum, sum ikki fiskar uppsjóvarfisk.

Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at fyrstu fýra mánaðirnar í ár, er fiskiskapurin minkaður heili 26 prosent, hetta er tann fiskur, sum er farin um avreiðingarskipanina.

Uppaftur verri stendur til við avreiðingarprísinum, tí hann minkaður heili 32 prosent.

Serliga illa stendur til við upsanum, tí hesar fyrstu fýra mánaðirnar í ár, hava vit fiskað 9.867 tons av upsa.

Tað eru 4.243 tons, ella 30 prosent minni enn sama tíðarskeiði í fjør, tí tá fiskaðu vit 14.110 tons.

Tað stendur eisini illa til við toskinum. Í tíðini frá fyrsta januar til 30. apríl í ár, hava vit fiskað 2.766 tons av toski og tað eru 978 tons færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit fiskaðu 3.744 tons av toski.

Tilsamans er afturgongdin 26 prosent.

Av øðrum botnfiski hava vit fiskað 2.797 tons higartil í ár, tað eru 35% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit fiskaðu 4.305 tons.

Einasta ljóspunkt er fiskiskapurin eftir hýsu, men tey tølini eru lutfalsliga smá. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fiskaðu føroysk skip 1.576 tons av hýsu, ella 376 tons fleiri enn í gjør, tá ið vit fiskaðu 1200 tons.

Tað stendur líka illa til við flatfiskinum, tí fiskiskapurin eftir honum er eisini nógv minkaður.

Samstundis sum fiskiskapurin er versnaður, er avreiðingarprísurin eisini fallin.

Avreiðingarprísurin á toski er fallin 36 prosent, á upsa er hann fallin 38 prosent og á øðrum botnfiski er hann fallin 43%.

Samstundis er avreiðingarprísurin á flatfiski fallin næstan ein triðing í miðal.

Tilsamans avreiddu føroysku skipini fyri 206.897 krónur fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru 32% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið tey avreiddu fyri 303.134 krónur, ella 96.237 krónur meiri - men her eru uppsjóvarskipini altso ikki tald við.