Fiskiskapurin minkaði 40.000 tons

Í 2011 fiskaðu føroysk skip samanlagt 355.000 tons á øllum havleiðum.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Hóast føroyingar fiskaðu góð 50.000 meiri av makreli í 2011, minkaði heildarveiðan áleið 40.000 tons aftur ímóti 2010.

Hetta kemur fyrst og fremst av, at nógv minni varð fingið av svartkjafti, sild og upsa, tilsamans eini 66.000 tons minni enn í 2010.

Tølini vísa, at fiskiskapurin er minkaður munandi síðan metárið 2006. Orsøkin til hetta er einamest, at føroysk skip hava fiskað nógv minni av svartkjafti seinnu árini.

Frá at hava fiskað í miðal omanfyri 300.000 tons av svartkjafti frá 2003 til 2007, var henda veiðan í 2011 einans góð 16.000 tons.

Nú frættist, at kvoturnar av svartkjafti kvinka uppeftir, so væntandi fer fiskiskapurin eftir svartkjafti at økjast aftur næstu árini.??

Næstan tveir triðingar av fiskiveiðini í fjør var uppsjóvarfiskur.

Av hesum er makrelur tann størsti parturin við góðum 122.000 tonsum. Botnfiskasløgini telja millum 25 og 30 prosent av heildarveiðuni, og er upsi og toskur størsti parturin av nøgdini.

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður áleið eina helvt síðani 2003, frá 58.000 tonsum niður í góð 28.000 tons í 2011.

Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30.000 tonsum niður í smá 6.000 tons.

Tað er undir Føroyum, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest.

Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og hevur verið góður seinni árini. Tó er hann fallin við einari lítlari helvt tvey tey seinastu árini, frá smáum 65.000 tonsum í 2009 niður í góð 33.000 tonsum í 2011.??

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á allari veiðuni, ber ikki til at siga, um avreiðingarvirðið var størri ella minni enn árið fyri, sigur Hagstovan.