Fiskiskapurin fer at veksa

- Av tí, at bæði toska-og hýsustovnurin hava góðar árgangir og eru í vøkstri, eru útlit til vøkstur í fiskiskapinum, sigur Eilif Gaard.

Í oddagrein í seinastu útgávuni av ritinum Sjóvarmál sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at toska-og hýsustovnarnir hava verið søguliga smáir í meira enn eitt áratíggju. Hann sigur, at Havstovan hevur gjørt tað, hon skal í slíkum føri - og hevur mælt myndug­leikunum til at minka um veiðitrýstið á hesar báðar stovnarnar.

 

Stjórin vísir á, at hóast skiftandi viðurskifti í náttúruni sjálvandi hava stóran týdning, bæði støddin á teimum nýggju árgangunum, sum seta til stovnarnar, og hvussu skjótt einstøku fiskarnir veksa, so hava bæði støddin á stovnunum og veiðitrýstið eisini sín týdning.

 

- Náttúruviðurskiftunum kunnu vit ikki stýra, men vit kunnu tillaga okkum til tey viðurskifti, sum nú einaferð eru, sigur Eilif Gaard.

 

Stjórin á Havstovuni ásannar, at nú sær betri út, tí bæði fyri tosk á landgrunninum og fyri hýsu eru 2016-árgang­irnir um miðal, og 2017-­árgangirnir eru yvir miðal. Báðir stovnarnir eru í vøkstri og eru komnir upp um markið fyri, har serlig verndartiltøk krevjast. Sostatt kunnu vit nú umsita stovnarnar sum vanligt.

 

Hann vísir á, at fyri at fáa veiði, sum kann saman­berast við tær góðu gomlu tíðirnar, skulu stovnarnir tó verða nakað størri enn tað, teir nú eru. Men, av tí, at báðir stovnarnir hava góðar árgangir á veg og eru í vøkstri, eru útlit til vøkstur í fiskiskapinum tey komandi árini.

 

Eilif Gaard sigur, at um vit klára at arbeiða soleiðis, at teir árgangir, sum nú eru á veg, í størst møguligan mun kunnu gerast partur av gýtingarstovnunum, kunnu vit innan stutta tíð aftur fáa fiskiskapin har, hann søguliga eigur at vera.

 

- Upsin hevur hinvegin ikki víst eins stór sveiggj, sum toskur og hýsa og hevur alt hetta tíðarskeiðið verið miðal væl fyri, leggur stjórin á Havstovuni aftrat.