Fiskiskapurin er nú tann vánaligasti í 20 ár

Fiskiskapurin undir Føroyum er nú tann vánaligasti seinastu 20 árini

 

Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum hevur verið støðugt versnandi seinastu árini.

 

Og ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, staðfestir, at nú er fiskiskapurin tann vánaligasti hesi seinastu 20 árini.

 

Í miðal vórðu góð 125.000 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum, árini frá 2000 til 2007.

 

Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski í miðal verið niðan fyri 100.000 tons.

 

Men í fjør vórðu bara 71.000 tons avreidd, og er tað so lítið, at leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna líknandi tøl. 



 

Í hesum sambandi verður hugsað um fiskiskapin undir Føroyum eftir fiski, sum er farin um avreiðingarskipanina, og uppsjóvarfiskur er ikki við í yvirlitinum.

 

Hagstovan sigur, at samanborin við undanfarin ár, var fiskiskapurin eftir upsa, toski og hýsu, væl minni í fjør.

 

Av upsa vórðu góð 8.000 tons avreidd í fjør og tað er ein fjórðingur minnni enn í 2012. 


 

Fiskiskapurin eftir toski og hýsu hevur verið vánaligur seinastu nógvu árini, men upsafiskiskapurin hevur verið betri.

 

- Men seinastu trý árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, heilt niður í 25.000 tons í fjør, sum bara er helvtin av tí, sum í miðal var avreitt árini 2001-2010. 



 

- Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2013 sum í 2012. Havast skal í huga, at toskurin, sum varð fiskaður á Flemish Cap, er við í tølunum.

 

Kvotan á Flemish Cap var 3.100 tons í fjør, men áður er hon ikki komin gjøgnum avreiðingarskipanina. 



 

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu sjey árini, í miðal um 10.000 tons um árið.

 

- Tey gott 9.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini beint fyri aldarskiftið, og nakað inn í nýggju øldina, tí tá varð tvær ferðir og tríggjar ferðir meiri av toski avreiddur, enn nøgdirnar, vit hava sæð seinastu árini.



 

- Í fjør vaks nøgdin av hýsu 20 prosent afturímóti í 2012, men enn er fiskiskapurin vánaligur.

 

- Í fjør vórðu bara góð 3.000 tons av hýsu avreidd, samanborið við eini 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.

 

- Nú minni er til av toski og hýsu, eru tað onnur botnfiskasløg, sum hava fingið størri týdning.

 

Nøgdirnar av longu og brosmu eru støðugt vaksnar síðan beint eftir aldarskiftið – úr góðum 2.000 tonsum upp í 4-5.000 tons.

 

Tó var í fjør eitt stórt fall í avreiddu nøgdini av brosmu heilt niður á botnstøðið fyri tíggju árum síðani, sigur Hagstovan.