Í seinastuni hava ábendingar verið um, at veiðan hjá partrolarunum er batnað.
Fiskamarknaður Føroya, sum hvønn fríggjadag ger metingar um vikuna, sum stundar til, hevur í seinastuni víst á, at veiðan hjá partrolarunum er batnað.
Góður ísfiskatúrur
Fríggjadagin landaðu Vestmenningur og Fram heili 440.000 pund til Kósavirkið í Klaksvík. Skipini hava roynt eystanfyri, og hetta má sigast at vera ein góður túrur hjá skipi og manning.
Meginparturin av veiðini hjá partrolarunum er upsi og tíðin, sum nú stundar til, skuldi verið góð hjá hesum parti av fiskiflotanum.









