Fiskirannsóknir á netinum

Kunnandi bóklingarnir hjá gomlu Fiskirannsóknarstovuni eru nú tøkir á heimasíðuni hjá Havstovuni, hav.fo.

Bóklingarøðin “FISKIRANNSÓKNIR” er nú tøk á heimasíðuni hjá Havstovuni. Talan er um 8 bøkur.

 

Tað var Jákup Sverri Joensen, fyrsti stjórin á Fiskirannsóknarstovuni (ið nú eitur Havstovan), sum skrivaði “FISKIRANNSÓKNIR 1” í 1966. Henda fyrsta bókin var ein frágreiðing frá royndarfiskiskapi eftir sild við nót í januar-mars 1966 við Ms Sildrekanum. Næsta bókin kom í 1970 og var um fiskiroyndir við troli á sumri 1969.

 

Í 1986 var tátturin tikin uppaftur. Hesaferð var endamálið bæði at vísa og viðgera úrslit av kanningum, sum Fiskirannsóknarstovan gjørdi, umframt at kunna um annað tilfar, sum hevði við fisk og fiskastovnar at gera. Seinasta útgávan kom í 1998. Tær 8 bøkurnar eru nú skannaðar og eru at finna á heimasíðuni hjá Havstovuni.

 

Síðani 1998 hevur Havstovan kunnað um rannsóknir millum annað gjøgnum heimasíðuna og prentaðu ársfrágreiðingina, sum nú nevnist Sjóvarmál.