Fiskirannsóknarstovan skal vera við

Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, vil ikki hoyra talan um, at Fiskirannsóknarstovan skal burtur úr arbeiðinum í Skipanarnevndini. ? Tað stendur í lógini at teir skulu vera við, og tað verða teir, sigur hann og leggur afturat, at eru fiskifrøðingarnir ikki samdir, so eiga teir at arbeiða fyri sínum sjónarmiðum

Sveinur Tróndarson


Fyri nøkrum døgum síðani kom fram, at Fiskirannsóknarstovan vil sleppa burturúr arbeiðinum í Skipanarnevndini. Fiskifrøðingarnir eru ikki so fegnir um, at teir skulu gera tilmæli til nevndina, sum teir sjálvir ikki kunnu taka undir við, og teir meta, at tað tekur ein part av trúðvirðinum frá teimum.

At Fiskirannsóknarstovan meinar tað tey siga í álvara, var almannakunngjørt í dag, tá Skipanarnevndin legði fram frágreiðing sína fyri fiskimálaráðharran at taka støðu til. Í fylgiskrivinum til frágreiðingina skrivar Kjartan Hoydal, formaður, at nevndin er samd um frágreiðingina, men at Fiskirannsóknarstovan hevur sent Fiskimálastýrinum bræv um sítt arbeiðið í nevndini og umboðið fyri Fiskirannsóknarstovuna í nevndini hevur tí ikki góðkent endaligu frágreiðingina, men vísir til tilmælið frá stovninum.

Tað er synd at siga, at Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, er nøgdur við avgerðina hjá Fiskirannsóknarstovuni, og hann hevur heldur ikki í hyggju at lata stovnin sleppa burtur úr arbeiðinum í nevndini.

- Eg haldi, at tað er ótrúliga óheppið. Higartil hava vit havt ta styrki, tá vit hava verið uttanfyri landoddarnar, at hjá okkum arbeiða vinna og fiskifrøðingar saman um at fáa skilabestu loysnina, sigur Jørgin Niclasen.

Hetta heldur hann at vit eiga at halda fram við at gera, og tí hevur hann ikki í hyggju at lata Fiskirannsóknarstovuna sleppa undan at arbeiða í Skipanarnevndini.

- Eitt annað er so tað, at tað er lógarkrav, at stovnurin skal vera við í arbeiðinum, leggur Jørgin afturat.

Spurdur um hann skilir sjónarmiðini hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum skal hava eftirlit við, at fiskastovnarnir eru í forsvarligum standi, sigur Jørgin Niclasen, at tað ger hann lutvíst. ? Men eg haldi, at teir framhaldandi áttu at verið við, tí tað er har, teir kunnu gera sína støðu galdandi. Tað er ikki serliga diplomatisk loysn, bara at kasta frá sær og taka seg burturúr, sigur hann.

Men er hetta kanska ikki eitt tekin um, at fiskifrøðingarnir eru troyttir av, at tað ikki verður lurtað eftir tí teir siga?

- Tað er ikki óhugsandi. Men framvegis haldi eg, at tað er at fara ov langt, at leggja kongin og rýma úr einum samstarvi, sum er til gagns fyri vinnuna og fyri stovnarnar.

Í sínum tilmæli sigur Fiskirannsóknarstovan, at eftir teirra meting eigur veiðitrýstið at verða lækkað rættiliga nógv. Kortini mælir Skipanarnevndin til at halda fast við dagatali. So er ikki so torført, at skilja at fiskifrøðingarnir halda tað vera týdningarleyst at vera við.

- Var tað grundgevingin í brævinum, so hevði eg skilt tað, men tað er ikki tað, sum verður sagt í brævinum, sigur Jørgin Niclasen.

Tó er tað ikki óhugsandi, at hóttanin frá Fiskirannsóknarstovuni fer at hava sítt at siga, tá landsstýrismaðurin fer at gera sítt tilmæli til politisku viðgerðina av fiskidagatalinum fyri komandi árið.

Á tíðindafundinum vísti Jørgin Niclasen til óskrivaðu semjuna millum samgonguflokkarnar, og segði, at hann nokk fór at mæla til, at fiskidagatalið verður skorið eitt sindur í mun til tað, sum tað er nú. Um tað so fer at bera til at fáa undirtøku í tinginum fyri niðurskurði í dagatalinum, visti Jørgin ikki, men hann metti, at samgonguflokkarnir fara at taka undir við tí.



MYND AV JØRGEN NICLASEN


Myndatekstur:


Jørgin Niclasen, landsstýrismaður, er als ikki nøgdur við avgerðina hjá Fiskirannsóknarstovuni um at sleppa burturúr arbeiðinum í Skipanarnevndinik.

Fara tit aftur at nýta harðskap?

- Vit nýta ikki harðskap!

Eru tit vápnaðir?

- Ja, vit hava kanónir. Men tær skjóta bara við sukulátukøkum, ha, ha...

Hava tit ongan skarpan lóður við?

- Nei, vit nýta ikki vápn!

Hvussu fara tit at leggja uppí grindadráp?

- Vit fara fyrst at royna at reka grindir burtur frá oyggjunum. Tá ið vit leggja beinleiðis upp í drápið, fara vit ikki at løsta nakran!

Men, leggja tit upp í grindadrápið, so bróta tit føroyska lóg?

- Eg leggi einki í lógir, sum....

Ert tú anarkistur?

- Anarkistur...?...ehhh, nei...men eg leggi einki í lógir, ið verja órættvísi og ræðuleika. Vit eru ein altjóða felagsskapur. Ikki ein føroyskur.