Almenn móttøka verður á Fiskirannsóknarstovuni í morgin millum klokkan 15 og 18 í sambandi við, at stovnurin nú hevur fimmti ár á baki Nú Fiskirannsóknarstovan hevur rundað tey fimmti, verður dagurin hátíðarhildin við almennari móttøku í Nóatúni 1 seinnapartin í morgin.
Umframt at røður verða hildnar í sambandi við stovningardagin, fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, eisini at avdúka nýtt navn og búmerki, sum stovnurin fær.
Skipað verður eisini fyri ymiskum tiltøkum, sum lýsa virksemið hjá Fiskirannsóknarstovuni, eins og høvi verður at síggja modell av nýggja havrannsóknarskipinum, sum skal loysa Magnus Heinason av, tá tann tíðin kemur.
Á Fiskirannsóknarstovuni siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið millum klokkan 15 og 18 í morgin.
Stjóri á Fiskirannsóknarstovuni seinastu mongu árini hevur verið Hjalti í Jákupsstovu.
Teir, sum slóðaðu fyri, vóru eitt nú Andreas Reinert og Jákup Sverri Joensen, sum stóð á odda fyri føroyskum havrannsóknum í mong ár.