Nýggj tænasta
Allir fiskimenn, sum selja veiðina um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, kunnu nú fáa at vita, hvussu sølan hevur gingið beint eftir, at hon er farin fram.
Royndarskipan
- Sum eina roynd bjóða vit nú fiskimonnum at fáa fiskaprísirnar sum eini sms-boð beint eftir søluna, sigur Fiskamarknaðurin.
Lagt verður aftrat, at hóast ráfiskaseljarar nú kunnu fáa
at vita um søluna beinanvegin, merkir hetta kortini ikki, at Fiskamarknaður Føroya ikki eisini sum vanligt sendir avreiðingarseðlarnar við postinum.
- Vit kunnu siga, at fiskimaðurin nú fær fiskin á línuna - og prísin á fartelefonina, um hann ynskir tað.
Fiskamarknaðurin hevur boðað ráfiskaseljarum frá hesi nýggju royndartænastu og teir, sum lata við seg koma við at uppgeva fartelefonnummarið og navnið á bátinum ella skipinum, eru við í hesi tænastu og fáa úrslitið av søluni sendandi sum sms-boð, tá ið veiðan er seld.
Á sms-boðunum fæst at vita, hvat ymisku fiskasløgini og støddirnar av fiski eru seld fyri.
Spennandi at vita
- Vit halda, at tað kann vera spennandi hjá fiskimonnum og ráfiskaseljarum annars at frætta um søluna beinanvegin, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Teir ráfiskaseljarar og fiskimenn annars, sum vilja hava meira at vita um nýggju royndartænastuna hjá Fiskamarknaði Føroya, kunnu venda til skrivstovu felagsins, tlf. 414141.