Fiskimenn: Vilja helst verða heima millum jól og nýggjárs

Men tað eru ikki allir, sum sleppa tað. Nakrir reiðarar vilja altíð hava skipini útaftur beint eftir jól, og tað merkir vanliga, at menn eru burtur á nýggjárinum

 

Ikki so sjáldan møtir tú fiskimonnum, sum argast um, at reiðarin vil hava ísfiskaskipini útaftur beint eftir jól, soleiðis at manningin eftir vanligum mátistokki verður burtur á nýggjárinum.

Sum skilst, eru tað oftast teir somu reiðararnir, sum ?plága? manningina á henda hátt. Flestu skipini liggja um jólini og í vikuni millum jól og nýggjárs.

Men ikki øll.

Vilja hava frí

? Vit, sum sigla undir Føroyum, vilja meiri enn fegnir hava frí á jólum ognýggjárinum, men tá ið skipsboð koma, er einki annað at gera enn at taka klædnasekkin og fara.

Soleiðis sigur fiskimaður, sum Sosialurin hevur tosað við.

Hann heldur, at dagarnir, skipini eru úti í árinum sum fer, eru so nógvir, at tað gjørdi ikki tann stóra munin, um tey lógu bundin um høgtíðirnar.

? Manningin hevði verið glaðari, tí teir kundu notið tíðina heima saman við familjuni og annars fingið eina betri hvíld. Men hjá okkum er tað vorðin fastur táttur, at vit skulu útaftur beint eftir jól, og tað er rættiliga ótolandi. Men vit hava einki val.

Í sínari tíð, tá ið vit høvdu legudagar, var støðan ein onnur, men í dag er einki sum eitur legudagar.

Heldur hvíld enn pengar

Fiskimaðurin vísir á, at teir sigla undir teirri skipan, at tríggjar manningar eru til tvey skip, og tað merkir, at nakrir mans kunnu halda frí millum jól og nýggjárs, meðan aðrir noyðast at verða burtur. - Hetta kann eisini skapa ein ávísan misstemning, men allir vita, hví teirnoyðast avstað aftur ? og tað er ikki tí, at manningin vil tað, sigur fiskimaðurin, sum heldur hevði valt friðin og hvíldina um høgtíðirnar enn teir pengar, ein slíkur túrur gevur.