Fiskimenn taka burturkast í land

- Tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki, sigur havnarmeistarin við Tofta havn. Í nøkur ár hevur Tofta havn veitt ta tænastu at taka ímóti spillolju og ruski frá skipum og bátum, sum koma til bryggju á Toftum.

.- Vit hava tanga til spillolju, og vit hava kassar til ruskið. Skip og bátar rinda eitt ávíst gjald fyri móttøku av burturkasti, og gjaldið er eftir støddini á skipinum. Tað kostar at sleppa av við rusk, og vit taka bara so mikið fyri hesa tænastu, at skipanin hongur saman. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hetta skal vera nøkur forrætning hjá okkum, men ein tænasta til skip og bátar, so minni ? og helst einki ? verður kastað í havið.

Hans Óli Viberg, havnarmeistari, sigur, at tænastan skal vera so bílig sum gjørligt, soleiðis at kostnaðurin ikki skal vera nøkur forðing hjá skipum og bátum at føra alt burturkast til lands ? til burturbeiningar.

- Vit syrgja síðan fyri, at spillolja og rusk fara á góðkent stað til burturbeiningar.

Havnarmeistarin sigur, at fiski-og útróðrarmenn við árunum eru vorðnir nógv meiri bevístir um ikki at kasta burturkast í havið.

- Eg skal rósa hesum monnum fyri alt, sum teir taka í land við sær, og eg kann róliga siga, at tað fer ikki ein agnpakki í havið longur. Tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki. Eg haldi, tað er ordiliga flott, soleiðis sum menn eru vorðnir bevístir um slíkt burturkast í dag, sigur Hans Óli Viberg.