Fiskimenn stuðla arbeiðarum av fullum huga

- Vit taka fult undir við, at tey, sum skapa virðini í vinnuni og lyftu samfelagið upp úr aftur kreppuni í nítiárunum, kunnu liva undir sømiligum korum. Reallønin hjá tímaløntum er ikki økt seinastu árini, og tí skilja vit væl, at arbeiðarafjøldin nú vil hava meira í lønarposan. Vit fara tó ikki at góðtaka, at útlendskar havnir verða boykottaðar fyri føroyskum landingum, men samstundis fara vit at heita á skipsmanningar um ikki at taka vørur heim við sær, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Samhugi

Vilmund Jacobsen

vilmund@sosialurin.fo

 

Hóast eitt møguligt verkfall ella verkbann á arbeiðsmarknaðinum fer at føra við sær, at føroysk skip noyðast av landinum við fiskinum, er eingin ivi í hansara sál um, at fiskimenn eiga at stuðla arbeiðarunum í sínum stríði fyri betri korum.

- Tað er eingin ivi um, at vit geva arbeiðarunum okkara fulla stuðul, nú hesi stríðast fyri sínum rættindum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard.

Í skrivandi løtu er ógjørligt at siga,

hvussu verður við trætuni á privata arbeiðsmarknaðinum, men er eingin loysn fingin á midnátt í kvøld, og samráðingarnar millum partarnar tá eru slitnaðar, hava vit antin verkfall ella verkbann.

 

Einki boykott

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at sjálvandi verður tað meira stríð hjá fiskimonnum at sleppa av við fiskin, um vit fáa eitt verkfall, men hetta er ein støða, sum fiskimenn noyðast at liva við, so leingi sáttmálaloysi er.

- Neyðugt verður hjá manningunum at sigla av landinum við fiskinum, túrarnir verða longri, og ivasamt er, hvussu hetta fer at loysa seg, um nógvur fiskur kemur á marknaðin í senn.

Jan Højgaard vísir á, at áður hava føroysku arbeiðarafeløgini tosað um at boykottað útlendskar havnir fyri føroyskum landingum, men slík stig vónar hann kortini kki, at feløgini í einum møguligum verkfalli fara at taka.

- Eg fari inniliga at heita á allar skipsmanningar um ikki at taka vørur heim við sær til Føroya úr útlandinum, tí slíkt kann geva orsøk til boykott.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum væntar ikki, at feløgini hjá arbeiðarum á landi og fiskimonnum á sjónum fara at stríðast, nú tað ræður um at standa saman.

 

At samstarva

- Vegurin fram er samstarv millum feløgini, sum umboða arbeiðarastættina, og tí ivist eg onga løtu í, at vit fara at finna út av hesum í sátt og semju.

Hann heldur, at skuldi okkurt tikið seg upp, sum ósemja kann standast av undir einum verkfalli, mugu feløgini tosa saman og loysa málini til gagns fyri partarnar.

- Vit hava so mikið gott samstarv við arbeiðarafeløgini, at eg beri ongan ótta fyri stríði, um partarnir stuðla hvørjum øðrum og ikki mótarbeiða hvørjum øðrum, sigur Jan.

Spurdur, um tað kann hugsast, at fiskimenn fara í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgini, um eitt møguligt verkfall verður langdrigið, sigur hann:

- Tað dugi eg ikki at meta um, men skuldi slíkt komið upp á tal, haldi eg, at ein tílík avgerð bert kann takast í samráð við limirnar hjá okkum – og ikki felagsstjórnini einsamallari.

Jan Højgaard sigur, at ein slíkur møguleiki slett ikki er umrøddur í felagnum.

 

Felags Samtak

Fyrst í nítiárunum stóðu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Arbeiðarafelag saman um útgávuna av FF-blaðnum, men av ymiskum orsøkum datt samstarvið niðurfyri.

Nú eru so feløgini aftur saman um ein portal, Samtak.

Vit spurdu tí formannin í Fiskimannafelagnum, um hann væntar, at hesum samstarvi verður lív lagað, nú arbeiðarafeløgini kanska fara í verkfall, samstundis sum skipamanningarnar noyðast av landinum við fiskinum.

- Eg vænti ikki, at eitt møguligt verkfall fer at máa grundarlagið undan hesum samstarvi. Sum feløg, ið umboða sjófólk og arbeiðsfólk, verða vit kanska ikki samd í øllum, men stríð um smáting kunnu vit eftir mínum tykki ikki brúka til nakað. Vegurin fram er samstarv millum fakfeløgini, leggur Jan dent á.

 

Línuflotin

Hann heldur, at tann skipabólkur, sum kanska verður harðast raktur av einum møguligum verkfalli, er línuflotin, ið hevur vánaligan fiskiskap undir Føroyum í løtuni.

- Túrarnir hjá hesum skipum hava verið so smáir í seinastuni, at ivasamt er, um tað yvirhøvur loysir seg hjá hesum bátum at sigla av landinum við veiðini.

Hann væntar, at tað í longdini loysir seg betur hjá línuskipunum at goyma fiskidagarnar, til fiskiskapurin verður betur.

- Onkur línuskip kunnu fara til Íslands at royna, men verður óvissa, um tey sleppa av við fiskin, er hesin møguleikin kanska heldur ikki so áhugaverdur í einum møguligum verkfalli, sigur Jan.

 

Langt afturút

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag skilir væl, at tey, sum umboða arbeiðarafeløgini, vilja vinna sínum limum betri lønarkor.

- Tað er eingin loyna, at arbeiðarin er langt afturút sigldur í løn, og eg haldi, at myndugleikarnir eisini áttu at tikið hædd fyri, at føroyski arbeiðarin skjótt kann gerast so nógv afturút sigldur lønarliga, at hesin næstan verður ein “annað klassa borgari”, sum hann tekur til. Eg haldi tað vera harmiligt, at soleiðis skal vera vorðið í Føroyum í 2007.

Jan vísir á, at reallønin hjá arbeiðarum er afturút sigld í mun til lønirnar hjá teimum alment løntu.

- Hvørjum hava vit meira brúk fyri – teimum, sum bera í landskassan ella teimum, sum taka úr honum? spyr formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hann leggur dent á, at tað eru fiskimaðurin og arbeiðarin, sum lyftu samfelagið upp úr aftur djúpu kreppuni í nítiárunum.

- Eg haldi virkuliga, at arbeiðarafjøldin í Føroyum hevur uppiborið betri lønarkor, enn hon hevur í dag. Tey, sum starvast á fiskavirkjunum, eru okkara “ekspertar” á sínum øki – og ikki ófaklærd, sum arbeiðsgevarin vil gera tey til, sigur Jan Højgaard.