Fiskimenn skulu ikki rinda olju

Fiskimenn skulu ikki rinda olju, og eftirlønin skal hækka eitt sindur. Tað var niðurstøðan á landsfundi hjá Fiskimnannafelagnum í dag. -Reiðararnir eiga at taka kravið, um at manningin skal gjalda ein part av oljuni, aftur. Og so eiga teir at góðtaka, at eftirlønin hækkar nakað. Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, við Kringvarpið.

Í landsfundi Fiskimannafelagsins í dag fekk hann sum fulla undirtøku fyri verkfallinum frá fiskimonnunum.

-Fiskimaðurin er ikki so væl fyri, sum hann billar sær inn. Skulu vit so eisini fara at gjalda olju, fer tað at merkja, at vit skulu sigla fyri minstuløn, og tað hevur eingin fiskimaður áhuga í, sigur fiskimannafelagsformaðurin.