Norska strandfaraskipið "Finnmarken" bjargaði fyrrapartin átta fiskimonnum, sum vóru riknir á land í Magerøysundinum norðuri í Finnmørkini. Teir átta menninir, sum vóru úr Póllandi, vóru farnir á land, tí bátur teirra hevði fingið maskinskaða og rak fyri vág og vind.
Tað var ein loðsbátur, sum boðaði myndugleikunum frá, at fiskimenninir vóru riknir á land. Einki vegasamband er har á leiðini, og tí gjørdi manningin á Hurtigruten-skipinum "Finnmarken" (myndin) av at senda ein bát eftir monnunum og at taka teir umborð.
Á norðurnorsku bjargingarstøðini siga tey, at menninir hava tað gott. Sagt verður, at tað var nógvur vindur og harður streymur í Magerøysundinum.