Fiskimenn meira frítíð

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur at fæst meira lønsemi í fiskivinnuna, so fer tað eisini at koma fiskimonnum til góðar

 

Á almennum fundi í Klaksvík mánakvøldið greiddi Jørgen Niclasen frá framtíðar fiskivinnupolitikkinum, sum hevur til endamáls at skapa karmar fyri framgongd í vinnuni.

Hann helt, at færri og størri eindir fara at hava við sær færri arbeiðspláss í fiskivinnuni, men hann heldur eisini, at umstøðurnar hjá arbeiðsfólki og fiskimonnum fara at verða betri.

? Fáa vit meira lønsemi í vinnuna, so fer tað eisini at gagna fiskimonnunum. Teir fara at vinna meira pengar, og harvið verður eisini møguleiki at brúka meira tíð heima saman við familjuni, sigur Jørgen Niclasen.

? Tíðin er farin frá, at ein fiskimaður fer umborð fyrsta dagin í árinum og kemur í land jólaaftan. Í framtíðini skal fiskimaðurin hava meira frítíð, heldur hann.

Landsstýrismaðurin heldur, at ein endurnýggjan av fiskiflotan fer eisini at økja munandi um trivnaðin hjá fiskimonnum umborð.