- Fiskiflotin líður undir, at menn fara í land. Hetta er einki at siga til, tá so nógv verður gjørt burtur úr, hvussu gott tað er fyri samfelagið, at menn gevast at fiska Føroya Reiðarafelag hevði aðalfund herfyri, og her ásannaði nevndin, at fiskiflotin nú líður undir, at menn fara í land at arbeiða.
- Vit tapa í kappingini um fólkið, sigur felagið.
Lagt verður aftrat, at hetta kanska ikki er so undarligt.
- Fiskimenn, sum lesa bløðini, síggja, hvussu nógv verður gjørt burtur úr, at tað er betri samfelagið, um menn gevast at fiska.
Reiðarafelagið vísir á, tað eru teir sum siga, at landið verður nógv ríkari av hvørjum fiskimanni, sum fer í land.
- Onkur annar hevur fingið livur í rangastrúpan og rør uppundir, at fiskimenn skulu fara í land at skriva bøkur.
Felagið heldur, at eitt er at berjast við vaksandi útreiðslur.
- Men tá eitt fastlønt kór á landi í øðrum hvørjum blaði sigur seg hava uppskriftina uppá, hvussu trupulleikarnir skulu loysast við, at fiskimenn gevast at sigla, verður torført at manna fiskiflotan, heldur Føroya Reiðarafelag.









