Grønlendska fiski- og veiðimannafelagið KNAPK vil hava landsstýrið at áseta minstaprísir á fisk og skeljadjór Ger landsstýrið ikki eftir kravinum, er felagið til reiðar at skipa fyri tiltøkum.
Tað fekk Ane Hansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at vita frá formanninum í KNAPK, Leif Fontain, á fundi í Nuuk í gjár.
Felagið hjá fiski- og veiðimonnunum krevur, at landskassin skal lata ískoyti, tá prísurin á eitt nú toski fellur, soleiðis at fiskimenninir altíð hava ein tryggjaðan minstaprís.
Leif Fontain sigur við kringvarpið KNR, at minstaprísir eru neyðugir, skulu fiskimenn fáa breyð á borðið, og hann hóttir við at steingja havnir, vinnur kravið ikki frama.