Tvey av stóru manningarfeløgunum, Føroya Fiskimannafelag (FF) og Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), halda sínar landsfundir og aðalfundir millum jól og nýggjárs, tá flestu fiskimenn eru heima.
Báðir hesir fundir verða hildnir fríggjadagin hin 28. desember, ávikavist í hølum Føroya Arbeiðarafelags og á Hotel Føroyum.
Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum verður á Hotel Føroyum, verður Kári Petersen, búskaparfrøðingur, gestarøðari.
Einki er hoyrt um nakran gestarøðara á landsfundi Føroya Fiskimannafelags, sum verður í hølum Føroya Arbeiðarafelags.
At enda kunnu vit nevna, at felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eisini plagar at halda sín aðalfund millum jól og nýggjárs.
Myndin er av Eyðsteini Djurhuus, formanni í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.