Tvey av stóru manningarfeløgunum, Føroya Fiskimannafelag (FF) og Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), halda sínar landsfundir og aðalfundir millum jól og nýggjárs, tá flestu fiskimenn eru heima.
Báðir hesir fundir verða hildnir fríggjadagin hin 28. desember, ávikavist í hølum Føroya Arbeiðarafelags (FF) og á Hotel Føroyum (FSN).
Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands heldur eisini aðalfund sama dag sum FF og FSN, og fundurin hjá FFU verður í hølunum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Myndin er tilvildarlig.