Tað er ikki bara felagið hjá skiparum og navigatørum, sum heldur aðalfund í morgin, týsdagin 29. desember. Hetta verður eisini dagurin, tá Føroya Fiskimannafelag heldur sín árliga landsfund.
Fundurin hjá Fiskimannafelagum byrjar klokkan 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Tjarnadeild í Havn.
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum verður gestarøðari á aðalfundinum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, verður eisini gestarøðari á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum.
- Høgni Hoydal fer at greiða frá fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, og høvi verður hjá limum, sum møta á landsfundi, at seta landsstýrismanninum spurningar.
Fiskimannafelagið veit at siga, at í heyst var atkvøðugreiðsla millum limir felagsins um, at tað fram eftir ikki skal verða neyðugt, at landsfundaravgerðir eisini skulu sendast til uratkvøðu hjá øllum limunum.
- Hesin landsfundur verður tískil hin fyrsti, sum hevur fulla heimild at samtykkja lógarbroytingar at fara í gildi beinanvegin, sigur Føroya Fiskimannafelag.
Lagt verður aftrat, at døgurðin í samband við landsfundin í ár verður fluttur til seinnapartin eftir sjálvan fundin, og har fara tveir av okkara fremstu undirhaldarum, Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie, at vera borðstjórar.










