Í roynd og veru hava fiskimenn betri sømdir í arbeiðsloysisskipanini enn aðrir løntakarar hava.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvørji rættindi, fiskimenn hava í Als, tí hann heldur, at teir hava verri sømdir enn onnur, tá ið skipið, teir eru við, verður lagt eitt tíðarskeið.
Eitt nú spyr hann, hví fiskimenn í hesi støðu ikki kunnu fáa útgjald, fyrr enn 30 dagar eru farnir, meðan øll onnur fáa, tá 10 dagar eru farnir.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at fiskimenn hava ikki verri sømdir í Als, tvørtur ímóti. Als hevur nevniliga eina serskipan fyri fiskimenn, sum hava lagaligari treytir enn aðrir løntakarar
Sostatt kunnu fiskimenn fáa gjald úr Als ímeðan skipið er lagt vegna umvælingar – uttan at teir eru uppsagdir.
Tað serstaka fyri fiskimenninar er sostatt, at teir fáa gjald úr Als, hóast teir ikki eru uppsagdir og arbeiðsleysir, sigur landsstýrismaðurin.
Fiskimenn, ið eru uppsagdir, ella hava sagt upp, koma inn í Arbeiðsloysisskipanina eins og øll onnur, og við somu treytum, sum øll onnur.
Helgi Abrahamsen sigur, at eftir lógini fáa øll, sum koma í Als, ímillum tveir og tíggju bíðidagar, alt eftir, hvussu nógv tey tjena.
Men mynstrar ein, sum fær útgjald úr Als, við skipi, og mynstringin er styttri enn ein mánað, verður ikki roknað við bíðidøgum.
Tað merkir, at Als leggur upp fyri, at bíðidagar ikki skal verða ein forðing fyri at mynstra stuttar túrar.
Men hann sigur eisini, at einki stendur skrivað nakrastaðni um, hví fiskimenninir hava 30 bíðidagar, áðrenn teir kunnu fáa útgjald úr ALS.
– Helst er orsøkin at fiskimenn hava betri treytir enn aðrir løntakarar at koma í skipanina, sigur Helgi Abrahamsen.
Brandur Sandoy vildi eisini hava at vita, hví fiskimenn ikki fáa útgjald í meiri enn 60 dagar tá ið skipið er lagt vegna umvælingar, ella av øðrum orsøkum.
Hann vísir á, at er talan um umfatandi umvælingar, taka tær ofta longri enn so.
Landsstýrismaðurin sigur, at teir 60 dagarnir eru útgjaldsdagar, og teir svara til umleið tríggjar mánaðir við arbeiðsloysisstuðli.