Fiskimenn fingið heilt væl burtur úr í ár

Hýrurnar eru 17,7 prosent hægri í ár, enn tær vóru í fjør

Tað hevur hilnast rættiliga væl hjá føroyskum fiskimonnum í ár.

 

Tað staðfestir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Hóast framgongd er á flest øllum økjum, er framgongdin nógv størst hjá fiskimonnum. Higartil í ár hava hýrurnar hjá føroyskum fiskimonnum 421 milliónir. Tað eru 63 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og tað svarar til eina vøkstur upp á 17,7 prosent.

 

Serliga í februar og í mars í ár hava hýrurnar hilnast væl og hesar báðar mánaðirnar hava tær verið yvir 100 milliónir Ein orsøk til tað er, er nógv meiri hevur verið at fáa av uppsjóvarfiski í vár.

 

Tað er bara í mai vóru hýrurnar lægri enn sama mánað fjør, og í mei í ár vóru tær helvtina av tí, tær vóru í februar.