Russisk bjargingarlið hava bjargað 675 stuttleikafiskimonnum av einum ísflaka, sum rak í Okhotska Havinum úti fyri oynni Sakhalin. Sambært vanlukkumálaráðnum í Moskva hava eftirlitsflogfør staðfest, at allir menninir eru bjargaðir í land í øllum góðum
Sambært tíðindastovunum fingu myndugleikarnir boð um, at umleið 400 stuttleikafiskimenn róku á einum stórum ísflaka úti fyri býnum Vsmorie. Myndugleikarnir sendu 50 bjargingarmenn, tvær tyrlur og átta bátar at fáa menninar til lands, og sum skilst vóru tað tyrlurnar, sum bjargaðu teimum flestu monnunum, sum vístu seg at vera 675 í tali.
Tað ser sera væl umtókt millum russiskar stuttleikafiskimenn at fiska ígjøgnum hol í ísinum, og á hvørjum ári hendir tað, at menn koma í neyð á ísflakum, sum reka til havs, skrivar AFP.