Tá tyrlan var á veg av Bornholm við sjúklinginum, fekk hon at vita, at tveir svenskir fiskimenn vóru komnir í havsneyð. Tað vildi so til, at tyrlan var bara fimm minuttir frá svenska bátinum, so hon fór til hjálpar og tók teir báðar menninar upp. Tá hon hevði sett menninar av við Trelleborg, helt tyrlan fram til Sælands.









