Fiskimenn beinanvegin til ALS

- Manningarnar, sum vóru við skipunum hjá Faroe Seafood, skulu melda seg inn í ALS beinanvegin, sigur Føroya Fiskimannafelag. Higartil er ikki nóg týðiliga komið fram, hvørji skip, sum vóru knýtt at Faroe Seafood, koma at sigla - og hvørji ikki koma.

Eyðfinnur Jacobsen, sum er annar av fyribils settu bústjórunum, segði í gjár, at felagið hjá teimum seks partrolarunum, sum Faroe Seafood átti einsamalt, er farið á húsagang.

Hinvegin er felagið, sum eigur meirilutan í partrolarunum, Jaspis og Ametyst og helvtina í djúpvatnstrolaranum Ednu ikki farið á húsagang.

Heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum skrivar í dag, at bæði Faroe Seafood og ALS mæla til, at fiskimenn melda seg inn í ALS beinanvegin.

- Sum støðan er nú, veit eingin hvat hendir við skipum felagsins, sigur Fiskimannafelagið.

Lagt verður aftrat í stutta skrivinum, at eftir ætlan fáa manningarnar uppsøgn fyrsta dagin.

- Um menn vera settir í starv aftur, skulu teir bara boða ALS frá, sigur Føroya Fiskimannafelag.