Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur í dag meldað garnaskipið, Anitu, til Løgregluna.
Tað skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum
Anita misti ein mann 11. februar, og er nú komin inn at avreiða.
Men Jan Højgaard sugur, at útlendska manningin við Anitu landar skipið, hóast tað er sannlíkt, at ongin av teimum hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tí hevur hann meldað reiðaran fyri at nýta ólógliga arbeiðsmegi í sambandi við landing.
Fyri at kunna gera nakað arbeiði innanfyri føroyska 12 fjórðinga markið, krevst arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur seg vita við vissu, at ongin av útlendsku manningini hevur neyðugu loyvini.
- Eg fekk boð um, hvat gekk fyri seg, og meldaði beinanvegin, tí eg eri rættiliga vísur í, at manningin umborð á Anitu ikki hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur jan Højgaard við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagið.
- At eg havi meldað, er ikki annað, enn tað, fiskimálaráðharrin sjálvur hevur mælt okkum til at gera, um vit hava illgruna um ólógligt arbeiði, sigur hann.
- Skiparin á Anitu er føroyingur, meðan restin av manningini, ið sigst telja omanfyri 30 mans, er útlendsk – teir flestu, um ikki allir, eru úr Indonesia, sigur Fiskimannafelagið.
|