Fiskimannafelagið velur ongan lim

Føroya Fiskimannafelag velur ongan lim í Fiskivinnuráðið fyrr enn felagið hevur fingið innlit, sigur felagið í tíðindaskrivið

Víst verður til uppskotið, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram á ting um fiskivinnuráð, og sum skal koma til 1. viðgerð í dag.

Uppskotið er sum so ikki so galið og kundi væl verið brúkt sum grundarlag fyri samskifti millum landsstýri og vinnu.

Men tað er óneyðugt at siga, at eitt fiskivnnuráð hevur bert týdning, um fiskimálastýrið veruliga hevur áhuga fyri einum slíkum samskifti. Men her eru royndirnar stak vánaligar. Viðferðin sum Føroya Fiskimannafelag hevur fingið frá fiskimálastýrinum bendir ikki á nakran hátt á nakran vilja til samskifti, soleiðis sum tað væl og virðiliga er greitt frá í blaðnum hjá felagnum.

Vit skulu bert taka aftur í aftur, at fiskimálastýrið nú í meira enn 100 dagar í stríð við heilt greiða lógarreglu ikki hevur svarað til okkara umbøn um innlit í málið um yrkisráðið hjá lønjavningargrunninum. Endamálið við hesi umbøn er at fáa greiðu á tí leikluti sum fiskivinnuumsitingin, John Petersen, landsstýrismaður og Annfinn Kallsberg, løgmaður, hava havt í hesum máli go skal hetta so nýtast til at meta um leilutin hjá vinnunevndini og landsstýrismálanevndini í hesum máli.

Umframt hetta er felagið strikað á postlistanum hjá stýrinum, burtursæð frá málum, sum hava samband við sjóvinnuumsitingina. Í málum viðvíkjandi inntøkutrygd fáa vit heilt konsekvent ikki svar uppá nakran fyrispurning, og tað uttan mun til um talan er um prinsipiel mál ella reint praktiskir fyrispurningar. Tað er okkara avgjørda meting, at hetta er ein mannagongd, sum er í samsvar við »signalir« frá løgtinginum tess nevndum.

Tí vilja vit boða tinginum frá, at Føroya Fiskimannafelag fer ikki at seta val av limi í einum nýggjum fiskivinnuráð á dagsskránna fyrr enn felagið hevur fingið eftirlíka sítt lógásetta krav um innlit í sakini um yrkisráðið og felagið hevur fingið møguleika at meta um tann »góða viljan« hjá landsstýrinum út frá tí, sum finst í hesum máli.