Stjórnin í FF hevur gjørt av at teknað sína samlagstrygging hjá ALKA í Danmark og tekur soleiðis sína trygging úr LÍV Í sínari ársfrágreiðing til landsfundin í dag ásannar formaðurin í Fiskimannafelagnum, at árið í ár hevur verið buldrasligt hjá felagnum.
- Meðan orrustur eru, er ikki lætt at fáa sosialar skipanir at virka. Vit hava tó roynt alla tíðina, og nú sær út til, at glið er komið á eitt nú samlagstryggingina.
Jan Højgaard sigur, at seinastu 18 mánaðirnar hevur Fiskimannafelagið samráðst við trý feløg um samlagstrygging, og millum hesi er eitt danskt felag.
- Henda trygging er ikki partur av lógarkravdu tryggingini, men er ein trygging, sum FF sjálvt hevur teknað. Í nøkur ár hava vit havt samlagstrygging hjá LÍV, og hetta er tann trygging, sum hevur virkað best.
Felagsformaðurin ásannar kortini, at felagið ikki hevur verið nøgt við gjøgnumskygnið í roknskapinum hjá LÍV, har felagið kundi hugsað sær at fingið ein meira útgreinaðan roknskap.
Samlagstrygging er ein trygging, ið tryggingartakarin sum oftast kann seta saman, sum viðkomandi sjálv/ ur ynskir. Hinvegin verður lógarkravda tryggingin smíðað av lóggávuvaldinum.
Nú hevur nevndin í Fiskimannafelagnum so gjørt av at tekna sína samlagstrygging hjá danska felagnum ALKA, har fleiri onnur føroysk fakfeløg eisini hava sína trygging.
Á landsfundinum í morgun upplýsti Jan Højgaard, at fiskimenn fara at gjalda seks krónur meira fyri hvønn mynstraðan dag á sjónum, enn teir hava gjørt áður.
- Gjaldið fer soleiðis úr 17 upp í 23 krónur um dagin, segði felagsformaðurin.