Fiskimannafelagið tapti

Grundreglan í sáttmálanum millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag er at býta javnt millum allar menninar umborð á skipi, sigur Eystari Landsrættur, sum eins og Føroya rættur frídømdi reiðaríið hjá Arctic Viking fyri at hava talt útlendingarnar við, tá ið hýrurnar vórðu roknaðar út

Í morgun feldi Eystari landsrættur dóm í málinum millum Føroya Fiskimananfelag og reiðaríið hjá rækjutrolaranum Arctic Viking. Dómurin var tann sami sum í Føroya rætti. Reiðaríið varð frídømt fyri at hava talt útlendingarnar við, tá ið býtispartarnir vórðu ásettir.
Fiskimannafelagið stevndi reiðarínum P/F Líðini fyri at hava talt seks litavar uppí, tá ið býtisparturin varð roknaður út. Fiskimannafelagið helt, at føroysku fiskimenninir harvi høvdu fingi ov lítið og kravdi 1,4 mió. krónur til menninar.
Føroya Fiskimannafelag tapti í Føroya rætti og kærdi dómin til Eystara landsrætt.
Grundgevingin hjá Føroya Fiskimannafelag fyri at stevna var, at litavarnir ikki vóru mynstraðir, og haraftat verða teir løntir eftir fastari avtalu við reiðaríið. Reiðariið átti sjálvt at havt allar útreiðslurnar av útlendingunum, segði Føroya Fiskimannafelag.

Sama arbeiði
P/F Líðin hinvegin vísti á, at útlendingarnir umborð gjørdu sama arbeiði sum føroyingarnir, og um teir seks útlendingarnir í staðin vóru føroyingar, høvdu føroyingarnir ikki fingið meira.
At útlendingarnir fáa minni hýru útgoldna enn føroyingarnir, kemur ikki Føroya Fiskimannafelag við, segði sakførarin hjá P/F Líðini í rættinum.
Høvuðsvitnið hjá reiðarínum var fyrrvrandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Oli Jacobsen. Hann kom við grundregluni í sáttmálanum um at býta javnt millum allar menninar umborð. Henda regla kom í sáttmálan í 1971.
Hann var ikki í iva um, at sáttmálin skuldi tulkast sum, at býtast kuldi javnt, eisini við útlendingarnar.
Hesi tulking tóku bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur undir við, og eins og í Føroya rætti varð Líðin frídømd í landsrættinum.
Hetta málið hevur verið ein dýr søga fyri Føroya Fiskimannafelag. Sakførarin hjá reiðarínum skal hava 50.000 kronur fyri landsrættarmálið og 60.000 krónur fyri rættarmálið í Føroya rætti. Haraftrat koma útreislurnar til egnan sakførara.

Fegin reiðari
Reiðarin og sakførari hansara Jógvan Elias Winther Poulsen eru fegnir:
- Vit eru glaðir fyri, at dómurin varð staðfestur. Vit hava fingið staðfest, at reiðarin tulkaði sáttmálan rætt, og at meginreglan um at býta javnt er galdandi, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.
Hnan heldur ikki, at nøkur orsøk er til at ilskast inn á reiðaríið fyri at hava seravtalu um hýru við útlendingar. Hevði tað ikki verið, hevði skipið óivað farið undir hamaran.