Fiskimannafelagið steðgar húsabygging

Kostnaðarmetingin av húsabyggingini er so leyst orðað, at byggingin kann taka stóran part av fíggjarliga grundarlagnum undan Føroya Fiskimannafelag, um hon verður gjøgnumførd. Fiskimannafelagið hevur nú steðgað ætlaðu húsbyggingini á Bryggjubakka í Havn. Ein partur av húsunum hjá Fiskimannafelagnum er brotin niður, men fyribils verður ikki bygt nýtt á staðnum.

Fiskimannafelagið skrivar á heimasíðu sínari, at tá húsið var rivið niður, var ongin sáttmáli skrivaður. Tá fregnast var eftir sáttmálanum, kom undan kavið, at als ongin sáttmáli var. Tá spurt var eftir eini kostnaðarmeting, kom fram, at hon helt ikki, og er so mikið leyst orðað, at um ikki verður ansað væl eftir, kann hon taka stóra part av fíggjarliga grundarlagnum undan Føroya Fiskimannafelag.

- Viðurskiftini kring byggingina eru ov ógreið, og tí hava vit nú valt at steðga arbeiðnum, meðan vit kanna nærri, hvat byggingin fer at kosta, sigur Jan Højgaard, við Rás2.

- Vit skylda okkara limum at hava greið viðurskifti um eina slíka bygging, og tí steðga vit ætlaðu byggingini fyribils, meðan vit kanna hana nærri, sigur hann.