Fiskimannafelagið: Siðvenja valdast

Óli Jacobsen
---

Ì mong ár havi eg bert kent Andreas Berglíð og Sámal Poulsen sum loyalar nevndarlimir, har vit allir í felag gjørdu tað, sum gerast kundi fyri fiskimenn.
Uttan mun hvat síðan er hent, eri eg framvegis so loyalur, at eg vildi droymt um at leggja eftir teimum alment.
Men soleiðis hava teir tað ikki. Hetta vísti Andreas Berglíð longu seinasta heyst við sínum próvføstu ósannindum.
Mánadagin er í Sosialinum eitt lesarabræv frá teimum um Arctic Viking málið. Til hetta mál er ikki meira at siga. Teir blivu báðir førdir sum vitni i landsrættinum sum “sáttmálaserfrøðingar” uttan at verða tiknir fyri fult.
Teir førdu í rættinum og í hesum lesarabrævi fram tað, sum teir mettu at vera siðvenja í sáttmálaspurningum.
Men hjá teimum báðum tykist sum at siðvenja skal valdast. Jan Højgaard hevur miðvíst brotið allar tær siðvenjur og skipaðu mannagongdir, sum hava verið í FF, og sum eru ein sjálvfylgja í einum skipaðum felagi.
Hetta hevði hann ikki kunnað gjørt uttan uppbakking frá nevndarlimum, og hana hevur hann fingið frá teimum báðum!
Hetta merkir millum annað, at partur av nevndini við stuðli frá teimum báðum. Hevur verið hildin uttan fyri týðandi avgerðir, sum verða tiknar í felagnum
Tað mest avdúkandi er kortini “valið” av næstformanni 1. februar. Nevndin skipar seg sjálv við næstformanni, og siðvenjan síðan viðtøkubroyting fyrst í 1970-unum hevur verið tann, at næstformansstarvið hevur fylgt valskeiðnum hjá nevndarlimunum, sum gongur fram til 1. februar komandi ár.
Ein sjálvfylgja í øllum nevndum er tann, at ein fundarskrá er til fundin, so nevndin kann fyrireika seg uppá tey mál, sum koma til viðgerðar.
Á fundi 1. februar kemur Jan Højgaard uttan nakra fundarskrá við uppskoti um at velja Sámal Poulsen til næstformann, og verður hetta samtykt við hansara stuðli. Sámal Poulsen hevur tískil gjørt seg sjálvan til næstformann við teirri eykasamsýning, sum hetta gevur, á ein sera óregluligan og ótrúliga ódámligan hátt. Sjálvandi saman við Andreas Berglíð. Nú er einki tos um siðvenju!
Meira er ikki at siga um teir báðar.