Fiskimannafelagið sagt upp

Fiskimannafelagið hevur sagt sáttmálan við Reiðarafelagið upp at fara úr gildi 1. desember Føroya Fiskimannafelag hevur sagt sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp. Verandi sáttmáli hevur gildi til 1. desember og skal sigast upp við tríggjar mánaða freist, og tað hevur Fiskimannafelagið gjørt.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, segði við Útvarpið í dag, at pensjón og trygging eru tvey av teimum týdningarmestu málunum, sum felagið vil hava loyst í nýggja sáttmálanum.

-Vit fara eisini at leggja dent á, at sáttmálarnir verða hildnir, tí verða teir ikki tað, so er einki at hava sáttmálar til, segði Jan Højgaard.