Líkt er til, at eldsbrunin umborð á Vesturlandi 7. januar kortini endar í rættinum. Fiskimannafelagið sigur við Sosialin í dag, at teir meta ikki, at reiðaríið hevur hildið sínar skyldur mótvegis manningini síðani eldsbrunan.
- Onkrir hava fingið okkurt, men langt frá tað, sum teir eiga, sambært sjólógini. Nógv tann størsti parturin er eftir at gjalda út til manningina, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Talan er um manningina á Vesturlandi, sum blivu uppsagdir ístaðin fyri at fáa tað løn, sum lógin tryggjar teimum í samband við havarí eftir eldsbrunan í januar.
10 mans vóru við Vesturlandi, tá ið eldur kom í skipið. Yvirmenninir vóru føroyingar, men dekkararnir vóru úr Litava, Lettlandi og Filipsoyggjunum.
- Reiðaríið hevur ikki hildið sínar skyldur í hesum førinum, sigur Jan Højgaard við Sosialin.
Sjólógin sigur millum annað, at manningin hevur rætt til løn í tveir mánaðir, umframt at fáa sínar ognir endurrindaðar sambært tryggingini. Minsta tryggingarútgjaldið sambært lógini er góðar 18.000 krónur, og er hetta upphæddin, sum manningin fekk útgoldið. Hvørki manningin ella manningarfeløgini eru tó nøgd við tað.
- Sjólógin sigur, at ognirnar hjá manningini skulu vera nøktandi tryggjaðar. Tað meta vit ikki, at hon hevur verið, um teir einans fáa 18.000 krónur í tryggingargjaldi. Menninir hava bæði teldu og fartelefon við sær, kanska teldil eisini, og longu tá nærkast vit teimum 18.000 krónunum. Tekur tú so amboð og klæðir aftrat, hava allir virði fyri væl yvir 18.000 krónur við sær umborð, sigur Jan Højgaard við Sosialin í dag.
Reiðaríið er av heilt aðrari fatan enn Fiskimannafelagið í hesum málinum. - Hetta er ein heksajakt móti okkum frá Fiskimannafelagnum, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri á Thor, við Sosialin. Øll søgan kann lesast í ókeypis blaðnum, sum verður borið í postkassar kring landið í dag.
Les meira um hugsanirnar hjá Thor í hesum málinum, á in.fo um eitt bil.










