Fiskimannafelagið raðfestir eftirlønina fremst av øllum í samráðingum sínum við Reiðarafelagið. Sum er hava sjómenn lítla og onga eftirløn, men hetta hevur Fiskimannafelagið sett sær fyri at broyta.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, leggur dent á, at neyðugt er at fáa eftirlønarviðurskiftini upp á pláss, so sjómenn ikki vera við skerdan lut, tá ið teir gerast pensjonistar. Í eini Gallup kanning, sum manningarfeløgini gjørdu í vár, løgdu limirnir dent á, at tey vilja hava eftirlønarviðurskiftini upp á pláss, stendur +a
Samráðingarnar við Reiðarafelagið halda fram hesa vikuna.









