Fyrsti fundurin millum Føroya Fiskimannafelag og Felagið Rækjuskip var hildin í gjár.
- Vit tosaðu um ymisk viðurskifti, men enn er eingin avtala gjørd um, nær vit skulu hittast aftur, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Attala er gjørd millum Fiskimannafelagið og Felagið Línuskip, og so leingi, sum einki reiðarafelag er virki, verður samráðst millum Fiskimannafelagið og hvørt skipafelag sær.
Jan Højgaard sigur, at næsti fundurin millum Fiskimannafelagið og Felagið Rækjuskip kanska verður í næstu viku.