Hevur ongan førleika í sáttmálaspurningum
Tað skal fyrst sigast, at Jan Højgaard ikki hevur nakran sum helst førleika til at gera nakra sum helst meting um sáttmálagerð hjá nøkrum.
FF hevur nú samráðst um sáttmála í 96 ár. Seinastu samráðingar hava verið tær fyrstu, har formaðurin ikki hevur verið førur fyri at samráðast við mótpartin uttan hjálp frá einum fiskimannafelagnum púra óviðkomandi persóni, hóatst alt reyp undan valinum um tað, sum hann skuldu fáa framt. Meira ússaligt kann tað ikki vera.
Dugnaloysið hjá Jan Højgaard kom júst til sjóndar við úrslitinum av hesum kaotisku samráðingum, har fiskimenn vóru í verkfalli í 18 dagar fyri eitt úrslit, sum einhvør annar formaður hevði klárað uttan verkfall. Eitt verkfall sum kostaði fiskimonnum milliónir.
Málið við Carlton er ein endurtøka av hesum, har fiskimenn nú hava mist stóra inntøku í bestu tíð á fjórðu viku. Men Jan Højgaard hevur eisini sagt, at nú skuldi hann hava sítt ígjøgnum uttan mun til kostnaðin eisini hjá fiskimonnum!
Annars er nótaskipasáttmálin eitt gott dømi um, hvussu tað ber til at gera ein sáttmála, sum hevur givið fiskimonnum nógv tær bestu inntøkurnar hjá vanligum løntakarum í landinum. At reiðaraparturin eisini hevur havt vinning, hevur havt til úrslit, at somu fiskimenn hava og fáa millum mest framkomnu arbeiðspláss í heiminum.
Jan Højgaard roynir at skaða fiskimenn
Tað er greitt, at fyri hvønn dag verður fiskimannafelagið sett aftur í tíðina. Tað vísir seg, at Jan Højgaard við sínum skerda førleika enntá beinleiðis roynir at skaða áhugamálini hjá fiskimonnum. Hetta er millum annað gjørt við fleiri ferðir at krevja beinleiðis skattahækking fyri fiskimannainntøkur. Fekk hann sín vilja høvdu fiskimenn komið at gjalda leysliga mett 10 mill. krónur meira í skatti enn við galdandi skattalóg. Slík roynd at skaða egnar limir er neyvan sæð fyrr í nøkrum fakfelag.
Frágreiðing um verandi støðu í FF kann eisini fáast í teirri fyri Jan Højgaard sera avdúkandi ársfrágreiðingini, hann legði fram á seinasta landsfundi hjá FF. Stórur partur av hesi frágreiðing verður nýtt til at gera fiskimenn til nøkur ólukkudýr, sum verða hataður av restina av samfelagnum, og hvørs viðurskifti verða sammett við fólkið í Burma, sum líðir undir eitt tað harðrendasta stýri í heiminum!
Úrslitið av einum slíkum hugburði er og verður hareftir.