Fiskimannafelagið fyllir 100 ár

Hin 14. november í ár eru liðin hundrað ár, síðan Føroya Fiskimannafelag varð stovnað. Í sambandi við stóra hátíðardagin fer felagið at skipa fyri almennari móttøku í hølunum hjá felagnum á Bryggjubakka.

Móttøkan verður sjálvan hundrað ára dagin frá klokkan 14-17.

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag verður í stuttum víst á, at tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at stovna felagið, og felagið sigur seg fara at gera meiri burtur úr søguni seinni í ár.

Myndin er av Jan Højgaard, felagsformanni, sum her stendur á bryggjuni á Toftum eitt góðveðurskvøld.