Fiskimálaráðið væntar sær fýra milliónir

Hóast tað fyrr er komið fram, at Fiskimálaráðið vil hava átta milliónir krónur fyri 1500 fermetrar av lendi, sum Bygningsstyrelsen skal keypa við ætlaðu politistøðina í Húsagøtu í Havn, so roknar ráðið kortini við bara at fáa fýra milliónir krónur fyri stykkið.

 

Hóast tað fyrr er komið fram, at Fiskimálaráðið vil hava átta milliónir krónur fyri 1500 fermetrar av lendi, sum Bygningsstyrelsen skal keypa við ætlaðu politistøðina í Húsagøtu í Havn, so roknar ráðið kortini við bara at fáa fýra milliónir krónur fyri stykkið.

 

Tað sæst í uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2015, sum verður til viðgerðar í løgtinginum í dag.

 

Har stendur, at Føroya Landfúti hevur heitt á Fiskimálaráðið um at selja teimum 855 fermetrar burtur av matrikul 736v við Tinghúsveg 64.

 

– Hetta økið skal so leggjast afturat matrikul 736ø við Húsagøtu 3 og geva Føroya Landfúta møguleikan at byggja eina hædd oman á gamla bygningin hjá BankNordik, ið Tórshavnar Kommuna nú eigur, stendur í eykajáttanaruppskotinum.

 

Víðari verður sagt, at nú BankNordik flytur úr bygninginum er ætlanin, at Føroya Landfúti skal yvirtaka bygningin beinanveg fyri at kunna byrja umvælingarnar. Ein treyt fyri, at henda verkætlanin skal kunna fara fram, er, at Landsstýrið, Bygningsstyrelsen og Tórshavnar Kommuna veita materiella heimild til verkætlanina, og Løgtingið, Fólkatingið og Tórshavnar býrað veita fíggjarligu heimildina.

 

– Fiskimálaráðið hevur fingið serfrøðingar at meta um virðið á økinum, og hava hesir serfrøðingar ymiskar metingar av virðinum. Virðismetingarnar liggja millum 2 og 11 mió. kr. Ein realistisk meting av virðinum fer eftir okkara tykki at liggja um 4-8 mió. kr.

 

– Henda verkætlan fer ikki at órógva verandi virksemi á sjóbjargingarstøðini ella forða fyri møguligum framtíðar útbyggingum og uppábyggingum, skrivar Fiskimálaráðið í eykajáttanaruppskotinu, sum verður til viðgerðar í løgtinginum í dag.

 

Tí biður Fiskimálaráðið um eina eykainntøkujáttan á 4 miolliónir krónur fyri at selja økið burtur av matrikul 736v til Føroya Landfúta.