Tað var ein skipari, sum ringdi til løgregluna úr Klaksvík og segði, at ein av manningini var blivin svakur umborð.
Fráboðanin úr Klaksvík kom stutt fyri midnátt í gjár.
- Vit fóru á staðið og handtóku mannin, sum var drukkin, og hann liggur framvegis í brummuni her hjá okkum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er ikki um eitt føroyskt skip, har hendingin fór fram.
- Her var eingin persónsskaði, og vit meta ikki, at meira verður gjørt burtur úr málinum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.