Sáttmálatræta
Fútarætturin gav seinnapartin fríggjadagin Fiskimálastýrinum viðhald í uppáhaldinum um, at blokadan móti vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrinum var ólóglig.
Klokkan trý seinnapartin fríggjadagin gav fútarætturin Skipara- og navigatørfelagnum boð um at manningarnar á Tjaldrinum ikki høvdu rætt til at leggja skipið orsakað av sáttmálatrætu.
Sostatt hevur Skipara- og Navigatørfelagið tapt hendan partin av trætuni.