Fiskimálaráðið umsitir tilvildarliga

Fiskimálaráðið hevði ikki tíð at bíða eftir, at Landsstýrismálanevndin viðgjørdi málið um Ågot 1. Ræðisavmarkingarnar hjá skipinum vóru strikaðar, meðan Landsstýrismálanevndin viðgjørdi eina kæru frá Felagnum Línuskip. Umsitingin í Fiskimálaráðnum er púra tilvildarlig, sigur fomaðurin í Felagnum Línuskip

Veiðiloyvi

Meðan landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum viðgjørdi eina kæru um línuskipið Ågot 1, skundaði umsitingin í Fiskimálaráðnum veiðiloyvið hjá skipinum ígjøgnum við at strika ræðisavmarkingarnar, lagdar vóru á skipið, tá tað var selt úr Føroyum.
Tann triðja mars í ár kærdi Felagið línuskip avgerðina um veiðiloyvið hjá gomlu Ågot til Landsstýrismálanevndina. Men meðan málið var til viðgerðar í nevndini, strikaði Fiskimálaráðið tær ræðisavmarkingar, lagdar vóru á skipið. Felagið Línuskip mótmælir harðliga, at borgarfriðurin ikki verður hildin, meðan rætturin situr.
Rólant Poulsen, formaður í Felagnum Línuskip er ógvuliga misnøgdur við viðgerðina, sum málið um veiðiloyvið hjá Ågot hevur fingið í Fiskimálaráðnum. Hann heldur ikki, at alt er farið ræt fram í hesum máli, og vísir á, at tað tykist, sum útrokningar verða gjørdar, sum tað passar best í teimum einstøku málunum.
?Tað sær ógvuliga tilvildarligt út, tá veiðiorka verður roknað út. Tað er líkt til, at roknihættir verða valdir eftir, hvussu tað passar best í tí einstaka førinum.Við hvørt verður rúmdin brúkt og viðhvørt er tað kvadratrótin. Vanlig fók fáa ikki skil á tí, vísir hann á.
Hann vísir til eina tabell, har tvey skip verða sett upp móti hvørjum øðrum. Nýttir verða tríggir møguleikar, sum geva trý ymsik úrslit, ið so aftur kunnu brúkast, sum tørvur er á, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur, at hann skilir væl, at Jacob Vestergard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, ikki vil gera viðmerkingar til málið um Ågot/Jógvan S.
?Tí hetta er so groft dømi um økta fiskiorku og lógartulkingar, at tað kann landsstýrismaðurin ikki gera viðmerkingar til. Serliga ikki, tá skipið er strikað úr føroysku skipaskránni og útflutt til Noregs, sigur hann.
Hann heldur tað eisini vera løgið, at Fiksimálastýrið skal krevja váttan av bæði seljara og keypara fyri, at skipið ongantíð aftur skal í vinnu undir føroyskum flaggi, tá slíkar ræðisavmarkingar bara av embætismonnum kunnu takast av aftur, enntá meðan landsstýrismálanevndin hevur málið til viðgerðar.
Hann leggur tað út sum tilvildarliga viðgerð og lítið skil í umsitingini.