Fiskimálaráðið má avgera lagnu hjá Jarðfeingisstjóra í farloyvi

-Tað er upp til Fiskimálaráðið at meta um, um tað vil siga upp mítt farloyvi, nú eg eri farin at arbeiða fyri eitt oljufelag sigur Sigurð í Jákupsstovu, sum eisini vísir á, at Jarðfeingi má meta um, hvørjar uppgávur hann skal halda fram við fyri stovnin eftir avgerðina at taka við starvi sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum

Sigurð í Jákupsstovu, sum til november í fjør hevur verið stjóri á Jarðfeingi í mong ár, tók herfyri við sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum við ábyrgd fyri framleiðslu og leiting. Sigurð fór annars til Íslands í fjør og fekk samtíðis farloyvi frá stjórastarvinum í Jarðfeingi í tvey ár. Hann varð tó settur at vera ráðgevi í ymsum málum hjá Jarðfeingi.

Nú hevur spurningurin so tikið seg upp alment, í Degi og Viku sendingini fríggjakvøldið, har spurnartekin varð sett við, hvussu gott tað er fyri Jarðfeingi, at fyrrverandi stjóri tess í farloyvi tekur við stjórastarvi í einum oljufelag bert gott hálvt ár eftir, at hann fór í farloyvi.

Sambart Degi og Viku gjørdist oljuvinnan illa við, tá Atlantic Petroleum 16. mai í ár boðaði frá, at fyrrverandi stjórin á Jarðfeingi hevur tikið við stjórastarvi í oljufelag, tí Sigurð í Jákupssstovu hevur atgongd til trúnaðarupplýsingar.

-Var talan um eina líknandi støðu í Noregi, vórðu avleiðingarnar komnar beinanvegin, so trúvirðið á stovnin ikki fekk ov neyvan skaða. Hetta sigur Per Valebroks við Dag og Viku. Hann er blaðstjóri á E24, sum er størsti norski vinnulívsportalurin. ?Tað hevði jú skapt reaktiónir, og eg trúgvi ella vóni í hvussu er, at viðkomandi hevði mist sítt farloyvi beinanvegin. Og hevur man ikki karantenureglur at ganga eftir, so átti man at gjørt slíkar, tí tær eiga at vera fyri eitt slíkt starv.

Uppá fyrispurning hvussu hetta kann ávirka trúvirðið hjá Jarðfeingi sigur norski blaðstjórin, at tað veldst um, hvat hendir nú. Um myndugleikarnir siga, at hetta kunnu teir ikki góðtaka og taka inn aftur farloyvið og seta karantenureglur í gildi, so átti tað ikki at skatt oljufyrisitingina. Men umdømið hjá fyrrverandi stjóranum hevur tikið skaða ella sum hann málber seg ?fått ridser i lakken?.

Sigurð í Jákupsstovu sigur við Dag og Viku, at hann er greiður yvir, at hann ikki má brúka ta vitan hann hevur fingið frá øðrum í trúnaði. Hann leggur aftrat, at henda vitan er so komnplex, at hann er ikki førur fyri at geva hana víðari. Hann er fyrst og fremst settur at taka sær av framleiðsluni hjá Atlantic Petroleum, sum verður í bretskum og írskum øki.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskivinnu- og Tilfeingisráðnum, sigur við Kringvarpið, at tey eru greið yvir trupulleikan, og at Sigurð ikki verður brúktur sum ráðsgevi longur. Annars verður spurningurin um farloyvið kannaður.

Triðja umfar til oljuleiting verður í løtuni fyrireikað. Spurningurin er, hvussu trygg oljufeløgini kunnu kenna seg at lata Jarðfeingi trúnaðarupplýsingar sigur Dagur og Vika fríggjakvøldið.

Jarðfeingi vísir til Fiskimálaráðið

Portalurin hevur spurt Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi, hvat hann heldur um málið. ?Síggja tit tað sum ein trupulleika, at tykkara stjóri í farloyvi er farin í stjórastarv hjá oljufelag?

-Okkara støða er rættiliga einføld. Hann hevur fingið farloyvi, og hetta hava vit einki við at gera. Tað var upprunaliga Vinnumálaráðið, sum gav loyvið, og nú er tað so Fiski- og Tilfeingismálráðið, sum umsitur málið, og tað kunnu vit bara fyrihalda okkum til. Tað haldi eg ikki vit kunnu leggja okkum út í.

-Men sær tú sum verandi stjóri ein trupulleika, at Sigurð í Jákupssstovu, meðan hann er í farloyvi frá Jarðfeingi, tekur við stjórastarvi í einum oljufelag?

-Eg má bara taka støðuna sum hon er, og vit arbeiða víðari, sum vit plaga. Meira havi eg ikki at siga.

Portalurin hevur eisini tosað við Sigurð í Jákupsstovu.

-Eg søkti og fekk farloyvi, og nú havi eg sagt ja til at arbeiða hjá Atlantic Petroleum. Tað er ikki nógv longur enn tað.

-So tú heldur fram í farloyvinum, sjálvt um tú er farin at arbeiða hjá einum oljufelag?

-Tað kann man siga beint nú. Men eg havi ikki ordiliga tikið støðu til mína framtíð á Jarðfeingi. Eg eri bara ikki komin til at taka eina støðu til tað, men tað er nakað eg skal gera.

-Men hvussu sær tú uppá hetta at skula hava eitt bein inni hjá tí almenna Jarðfeingi og eitt annað bein inni hjá privatum oljufelag!

-Nú eri eg í farloyvi. So beinið inni hjá tí almenna er jú ikki har. Tað er lagt á hyllina. Tó skal sigast, at síðani eg fór í november havi eg starvast við ávísum uppgávum fyri Jarðfeingi, men tað er við at blívað stegðað. Tað er ikki so, at eg skal hava eitt bein í hvørjum leiri.

-Gevst tú við uppgávunum fyri Jarðfeingi?

-Man kann ikki stegða øllum dag frá degi, tá tað ikki eru so nógv fólk, so í løtuni er tað eitt forstáilsi um, at eg havi onkrar uppgávur, men tað minkar burtur skjótt. Tað er bara í eini yvirgangstíð, og tað er bara á orkuøkinum, ikki á oljuøkinum.

Meiningin var, at Sigurð skuldi arbeiða við elveiting ol. Men eftir valið broyttist alt tað, soleiðis at elveitingin varð verandi í Vinnumálaráðnum, meðan Jarðfeingi varð flutt í Fiski- og Tilfeingismálaráðið. -Tí var tað, sum eg ætlaði at arbeiði við í Íslandi, ikki til longur fyri meg. Grundarlagið fyri mínum arbeiðsdegi her broyttist fullkomiliga, og eg skal jú hava okkurt arbeiði.

Eg sigi ikki, at eg skal hava hetta farloyvi í tvey ár. Man tekur tingini, sum tey koma. Fyri fyrst havi eg sagt ja at arbeiða fyri Atlantic, og so fari eg at taka støðu til, hvussu verður við farloyvinum.

Sigurð í Jákupsstovu sigur víðari, at hann er ikki meira á Jarðfeingi, enn tey vilja hava seg. Tað er ikki hansara avgerð. Um Fiskimálaráðið ella Jarðfeingi siga, at hann ikki skal arbeiða við orkuuppgávum fyri Jarðfeingi, so er tað í lagi sigur Sigurð og heldur fram:

-Tað er so upp til Fiskimálaráðið at meta um, um teir vilja siga upp mítt farloyvi, nú eg eri farin at arbeiða fyri eitt oljufelag.

Undir trúnaðarskyldum

-Tað vilja altíð vera tey, sum halda, at tað er óheppið hjá einum fyrrverandi Jarðfeingisstjóra í farloyvi at arbeiða fyri eitt privat oljufelag um somu tíð sum hann framhaldandi hevur farloyvi og so stutt eftir, at hann gavst hjá Jarðfeingi!

-Tað veit eg ikki. Eg eri undir trúnaðarskyldum. Eg kann ikki og havi ikki loyvi til at misbrúka mína vitan. Men tá eg eri í farloyvi má eg kunna søkja mær annað arbeiði. Eg havi so ongan klausul um tað heldur.